Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.09.2026 15:32

Staðfest: Aron seldur til Hearts

Mynd: Eyp.fo

Víkingur skrivar.

Víkingur og Hearts FC hava gjørt avtalu, sum inniber at skotska liðið keypir unga strandingin leysan úr Víkingi.

Aron kom til felagið tíðliga í ár, og má sigast at hava verið ein fongur fyri Víking. 9 mál í 26 dystum og nógv upplegg er tað blivið til.

Vit ynskja Aroni alt tað besta og góða eydnu víðari í yrkisleiðini, samstundis sum vit takka honum fyri tíðina.

Altíð vælkomin aftur í Sarpugerð.