Uttanríkis- og fiskimálaráðið
Í dag luttók Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, á ráðstevnuni, EU Arctic Forum and Indigenous Peoples’ Dialogue, sum verður hildin í Brússel í døgunum 1.-3. september.
Ráðstevnan, sum ES-nevndin skipar fyri, savnar stjórnarumboð, granskarar og umboð fyri upprunafólk at viðgera viðurskifti í Arktis. Á skránni eru evni sum altjóða samstarv, burðardygg og búskaparlig menning í Arktis, avbjóðingar í sambandi við veðurlagsbroytingar, samstarv millum arktisk lond og øki, umframt gransking, nýskapan og vitan um Arktis.
Landsstýrismaðurin tók lut í samrøðu á palli við aðalstjóran í DG Mare, Charlina Vitcheva, á tiltaki við heitinum “The Arctic today”. Í samrøðuni legði landsstýrismaðurin dent á týdningin av altjóða samstarvi, vísindagrundaðum avgerðum og einari skipan, sum byggir á altjóða lóg og reglur. Hann vísti eisini á føroyska íkastið til burðardygga umsiting av hav- og sjótilfeingi, umframt týdningin av øktum samstarvi um trygd og tilbúgving í Arktis.
Í sambandi við ráðstevnuna hevði landsstýrismaðurin eisini fund við ES-nevndarlimin í hav- og fiskivinnumálum, Costas Kadis. Á fundinum umrøddu teir samstarvið millum Føroyar og ES.
Meira kunning um ráðstevnuna fæst her.