Havstovan
Síðani 2020 hevur Havstovan í fleiri umførum lagt streymmátarar út miðskeiðis á Íslandsrygginum við tí endamáli at kortleggja tað djúpa rákið tvørtur um Ryggin. Greining av hesum mátingum vísir, at tað mesta av tí djúpa sjónum serliga ferðast tvørtur um Ryggin í tveimum ávísum støðum miðskeiðis á Rygginum. Hetta er nýggj vitan um tað sonevnda yvirflotið tvørtur um Íslandsryggin, sum – saman við yvirfloti gjøgnum Bankarennuna – er týðandi partur av tí termohalina rákinum.
Seks ár eftir, at Havstovan fór undir eitt átak at leggja streymmátarar út á Íslandsryggin fyri at leita eftir djúpum ráki av køldum yvirflotssjógvi tvørtur um Ryggin, hava vit nú beinleiðis mátingar av, hvar tann djúpi yvirflotssjógvurin fer tvørturum. Áður hava streymmátingar verið gjørdar nærri Íslandi og nærri Føroyum; men tær mátingarnar bendu ikki á sterkt rák av yvirflotssjógvi.
Í hesi nýggju greiningini eru streymmátingar frá níggju støðum eftir øllum Íslandsrygginum kannaðar. Mátingarnar vísa, at tað sterkasta og mest áhaldandi rákið ikki er tætt við Ísland ella Føroyar, sum áður hildið, men miðskeiðis á Rygginum.

Í meiri enn hundrað ár hava havfrøðingar vitað, at kaldur yvirflotssjógvur ferðast tvørtur um Íslandsryggin, men ikki neyvt hvar. Nýggjar mátingar vísa, at meginparturin fer tvørturum mitt á Rygginum í tveimum greinum. Á myndini er heitur Atlantssjógvur vístur við reyðum pílum, meðan tann kaldi yvirflotssjógvurin er vístur við turkis-littum pílum.
Mátingarnar vísa tvær høvðusgreinar – eina vestari á í íslendskum sjógvi og eina eystari á í føroyskum sjógvi – har kaldur, tungur sjógvur ferðast í ein útsynning niðri við botn. Streymurin er broytiligur í styrki og tykist skifta millum hesar báðar greinarnar.
Mátingarnar tætt við Føroyar, har botndýpið á Íslandsrygginum er størst, vórðu gjørdar í tíðarskeiðnum 2003-2005, og vístu tær skiftandi rák niðri við botn millum yvirflotssjógv og atlantssjógv. Tí vóru mátingar gjørdar í 2016-2017 tætt við Ísland, í eini rennu, sum verður kallað ”Western Valley”. Greining av hesum mátingum vísti, at rákið av atlantssjógvi í ovaru løgunum var so hart, at tað forðaði yvirfloti at fara tvørtur um Ryggin. Í hesi somu greining vóru ábendingar um, at yvirflotið møguliga kundi fara tvørturum mitt á Rygginum.
Atlantssjógvur ger eitt legg innaftur á Íslandsryggin
Tær samlaðu mátingarnar eftir øllum Rygginum vísa, hví tað serliga er mitt á Rygginum, at tað djúpa yvirflotið fer tvørturum. Í báðum endum av Rygginum er hart rák av atlantsjógvi í ovaru løgunum, sum fer tvørtur um Ryggin á síni leið móti Arktis. Mátingarnar vísa, at samband er millum hart rák av atlantssjógvi og veikari ráki av yvirflotssjógvi undir atlantssjónum. Men miðskeiðis á Rygginum ger atlantssjógvurin, sum fer yvirum við Ísland, eitt legg inn aftur á Ryggin, soleiðis at atlantssjógvur og yvirflotssjógvur har ferðast sama veg. Sostatt tykist yvirflotssjógvurin at hava frítt at fara tvørturum miðskeiðis á Rygginum.
Tann kaldi yvirflotssjógvurin er partur av tí djúpu greinini av termohalina rákinum, ofta nevnt AMOC. Tað djúpa rákið fer suður gjøgnum alt Atlantshav og hevur stóran týdning fyri flutning av eitt nú oksygen og CO2 í havinum. Tað er eisini týdningarmikið at vita, hvar tann djúpi sjógvurin ferðast, hvat drívur rákið, og hvussu nógvur sjógvur fer tvørtur um allan Grønland-Skotland Ryggin. Hetta fyri at rákið kann verða betur lýst í veðurlagsmodellum. Greiningin av nýggju mátingunum gevur ikki eitt neyvt mát fyri, hvussu nógvur yvirflotssjógvur fer tvørtur um Íslandsryggin. Tó verður mett, at tað samlaða rákið tilsamans er á leið 1 millión rúmmetrar um sekundið, sum samsvarar við aðrar meiri leystligar metingar.
Havstovan hevur staðið fyri øllum mátingunum, sum eru gjørdar á Íslandsrygginum, og bæði Magnus Heinason og Jákup Sverri hava lagt rammurnar við streymmátarum út. Arbeiðið er gjørt í samstarvi við granskarar frá DMI í Danmark og NORCE í Noreg. Verkætlanirnar síðani 2016 eru fíggjaðar av Jens Smeds Oceanografiske fond og Nationalt Center for Klimaforskning, NCKF, á DMI, umframt eginfígging frá Havstovuni.
Greinin er at finna her.