Í góðveðrinum fyrrapartin dag, fór frystitrolaran Dunga Jákup hjá reiðarínum P/F Varðanum í Gøtu, fyrsta royndartúr á Skálafjørðinum.
Skrokkurin, sum er góðar 49 metrar langur og slakar 12 metrar breiður er bygdur í Gdansk í Póllandi. Meðan hann hevur verið liðugtgjørdur Á MEST á Skála.
Eysturoyarportalurin var við, tá ið hann loysti frá bryggju og bleiv hjálptur útfrá av pressarinum.
Myndir og video: Eysturoyarportalurin
Dronumyndir gjørdar fyri Eysturoyarportalin: Pætur á Líknargøtu
























