Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.09.2026 08:51

Mentanardagar 3.- 6. september 2026

Fuglafjarðar kommuna

Mikudagur 2. september 

14.30 – 16.30 Stropin: Opið hús og framsýning av verkum hjá børnunum sum tulka Niels Midjord  

14.30 – 16.30 Kambur: Opið hús og framsýning av verkum hjá børnunum sum tulka Niels Midjord 

16.00 – 19.00 Ítróttarhøllin á Kambsdali: Flog hevur tilmeldingardag við kaffi og køku. Amboðini eru frammi, og kappingarliðið leggur lag á. 

17.00 Kirkjan: Familjumikudagur við góðum orði, máltíð og kreativari løtu 

Hósdagur 3. september 

14.30 – 16.30 Barnalund: Framsýning í felagsgongini frá evnisviku hjá børnunum um Niels Midjord 

20.00 – 21:00 Fuglafjarðar kirkja: Setan av Mentanardøgunum – ”Kom og set ljós á tey farnu”.
Bárður á Lakjuni, mentamálaráðharri setir Mentanardagarnar. Fleiri tónleikainnsløg. 
Aftaná verður farið í kirkjugarðin at tendra ljós.  

21.00 Gallarí Ribarhús: Fernisering við fleiri listafólkum, summi búsitandi í DK, sum øll hava tilkýti til Fuglafjørð. Jastrid á Dalbø setur framsýningina og Lyon Hansen syngur. Smátt og gott afturvið. 

Fríggjadagur 4. sept.  

10.00 – 18.00 Ribarhús: Piddasahandil er opin við vøkrum heimavirkaðum. Í gallarínum listaframsýning, og Lúkukaffi er opið við kondittarakøkum og heimabakstri 

11.30 – 18.00 Ribarhús: Lúkukaffi hevur suppu til uppi er, annars gott kaffi, heimabakstur og kondittarakøkur 

12.00 – 14.00 KJ bjóðar øllum barnagarðsstovnum í nærumhvørvinum til stórt barnatiltak á Kambsdali. Trølla Pætur vitjar. Bláblinkandi bilar, hoppiborgir, pylsuvognur og barnakoyrikort til krana. 

12.00 – 21.00 Muntra: Góður matur, m.a. røst súpan og grinda- ella ræstkjøtburgari  

15.00 – 21.00 Mentanarhúsið: Lamb & laks – Støkk-upp matstova við Tróndi Húsgarð. Tak-við rættir – tvey sløg av løttum rættum og okkurt omaná. 

16.00 – 18.00 Hjallurin: Kramarís, vafflur og kaffidussur í Miðstaðarlundini 

16.00 – 18.00 Bátasavnið í fiskakjallaranum undir Ribarhús er opið  

16.00 – 18.00 Ribarsloft: ‘Tú skalt eiga morgindagin’ – tekniløta við Janusi á Húsagarði. Tilmelding á atgongumerki.fo 

16.00 – 18.00 Býráðssalurin: Framsýning við verkum av og um Niels Midjord 

18.00 – 02.00 Mentanarhúsið, Norðrastova: Barman from the North – kokkteylbarr 

18.00 – 20.00 Stórhúshøll: Fuglafjarðar Hornorkestur hevur opið hús 

20.00 – 21.30 Mentanarhúsið: Bárður syngur Cohen – Bárður á Lakjuni við bólki. Keyp á mh.fo  

19.00 – 21.00 Ung 530: Opið hús. Kaffi, te og okkurt gott afturvið 

22.00 – 24.00 Ung 530: Spurnarkapping við vinningum 

21.00 – 02.00 Tjaldið undir Ribarhúsi: Fjøruflyrr – nærvera við 80ara-kendum løgum og leskandi løgum  

21.30 – 23.00 Við Skúlagarðin: FS hevur kafé ísbv svimjihyljakonsertina 

22.00 – 22.35 Svimjihylurin: Konsert við Lív&Tróndur v/bólki 

22.00 Etasjan: Etasjuquiz  

22.30 – 23.00 Regnskjólagøtan: Fuglafjarðar harmonikufelag hitar upp við góðum harmonikutónleiki.         Ókeypis dussur at fáa 

23.00 – 23.45 Regnskjólagøtan: Vestmenn syngja og spæla kendar sangir og ongantíð áður framførd 
løg eftir Niels Midjord.  

23.00 – 02.00 Tjaldið við Mentanarhúsið – Silent Disco 

00.00 – 01.00: Regnskjólagøtan: Felagssangur. Vestmenn syngja og spæla fyri. Tvey kend løg hjá Niels Midjord vera við.  

00.00 – Etasjan: Signar í Homrum og John Johansen spæla út á náttina 

Leygardagur 5. sept.  

10.00 Sandurin: Felagssvimjing. Hug at svimja á sjónum? Hittast í ’Svimjikonuneystinum’ á sandinum 

10.00 – 14.00 Miðstaðarlundin: Skótarnir byggja spælipláss. Komið og royni spæliplássið, tá tað er liðugt 

10.00 – 16.00 Bókasavnið: Myndatøka har Jóna Astrid tekur familju og stakmyndir  

10.00 – 18.00 Fjord 10 ár – kom og fáa tær ein duss – vit bjóða kaffi, kaku og okkurt til børnini. 

11.00 – 18.00 Hjallurin: Kramarísur, vafflur og kaffidussur í Miðstaðarlundini 

11.00 – 14.00 Matligur matmarknaður við stuttfluttum á Mentanartorginum 

11.00 – 14.00 Siloa: BarnaMatarBitar fyri stór og smá. Bókstavaveiða, spøl, andlitsmáling, hugni og drekka  

11.00 Sandurin: Kom og ger sandskulpturar saman við Napoleon og Eli Smith 

11.00 Bókasavnið: Á vegnum frammanfyri bókasavnið. Sølubásar hjá børnum niðri við vegin 

12.00 – 14.00 Tjaldið við Mentanarhúsið – Silent Disco fyri børn og vaksin 

12.00 – 21.00 Muntra: Góður matur, m.a. røst súpan og grinda- ella ræstkjøtburgari  

12.00 – 20.00 Ribarhús: Piddasahandil er opin við nógvum heimavirkaðum vørum. Í gallarínum eru listaframsýning og tónleika-innsløg gjøgnum dagin. 

12.30 Í Støð: 105 ára gamli Erik er heimaftur komin – hoyr søguna um gamla motorbátin. 

13.00 – 18.00 Býráðssalurin: Framsýning við verkum av og um Niels Midjord 

14.00                Fjord: 10 ár! Fjord bjóðar ókeypis útikonsert við Halli Joensen og Jákupi Zachariassen.  

14.00 – 18.00 Bátasavnið í fiskakjallaranum undir Ribarhús er opið 

14.00 – 20.00 Ribarhús: Lúkukaffi er opið við kondittarakøkum og góðum heimabakstri. Tónleika-innsløg gjøgnum dagin. 

15.00 – 21.00 Mentanarhúsið: Lamb & laks – Støkk-upp matstova við Tróndi Húsgarð. Tak-við rættir – tvey sløg av løttum rættum og eisini okkurt omaná. 

15.00 – 16.00 Framherji: Fiskikapping fyri børn 0-14 ár á kajini. Hav egna tráðu og vest við. Agn fæst har. 

15.00 – 18.00 Gongutúrur við tónleiki hjá Niels Midjord – tríggjar fittligar spákikonsertir við Eilin, Lív og Nikolinu í trimum ymsum støðum á leiðini, har Niels gekk. Túrarnir byrja við Mortansahús kl. 15.00, 15.45 og 16.30. Sera avmarkað atgongd! Atgongumerki fáast á mh.fo 

17.00 – 22.00 Bilasavnið: Jambalaja pit-stop við útvarpsvertinum Inga Samuelsen. Hitt vertin og hittini úr sendingini og keyp tær í meðan Jambalaja til magan. Kl. 18, kl. 19 og kl. 20 verður Jambalaja sent beinleiðis í góðar 20 min – bara til áhoyrararnar á staðnum. 

18.00 – 02.00 Mentanarhúsið, Norðrastova: Barman from the North – Cocktailbarr 

19.00 Miðstaðarlundin: Spæliplássið hjá skótunum verður tikið niður 

19.00 Etasjan: Víkingur – KÍ  Finalan um Løgmanssteypið 

20.00 Ung 530 bjóða inn til Mocktail og Silent Disco 

20.00 – 02.00 Kappróðrarneystið: Hugnalig vínkafé í neystinum (Bakkavegur 6) 

20.00 – 22.00 Mentanarhúsið: Bingo! Sjónleikakonsert til heiðurs fyri Niels Midjord. Keyp á mh.fo 

21.00 Etasjan: Etasjuquiz 

22.00 – 03.45 Tjaldið undir Ribarhúsi: Fjøruflyrr – nærvera við 80ara-kendum løgum og leskandi løgum  

23.00 – 01.00 Mentanarhúsið: Konsert við Clickhaze. ÚTSELT 

23.00 Etasjan: Livandi tónleikur við Mortan Johannesen 

23.00 – 03.00 Tjaldið við Mentanarhúsið – Silent Disco 

Sunnudagin 6. sept. 

11.00 Fuglafjarðar kirkja: Gudstænasta við Gerhardi J. Mikkelsen, presti 

11.00 Siloa: Møti við felagssangi og stuttum orði. Kl. 11.45 er breyðbróting 

11.45 Siloa: Sunnudagsskúli í salinum niðriundir 

12.00 – 21.00 Muntra: Góður matur, m.a. røst súpan og grinda- ella ræstkjøtburgari  

12.30 – 13.30 Regnskjólagøtan: Thabor skipar fyri uttandura sunnudagsskúla 

13.00 -18.00 Býráðssalurin: Framsýning við verkum av og um Niels Midjord 

13.00 – 18.00 Miðstaðarlundin: Keyp kramarís, vafflur og kaffiduss í útikafeini ’Hjallurin’ 

14.00 – 14.45 Regnskjólagøtan: Familjutiltak við gyklaranum Ásbjørn við gandatriksum og tosandi dukkum.  

14.00 – 18.00 Ribarhús: í gallarínum er framsýning og tónleikainnsløg. Lúkukaffi er opið við kondittarakøkum og heimabakstri, meðan Piddasahandil selur spennandi heimavirkað  

Kl. 15, 16 & 17 Skúlin: Hádeildin skipar fyri framløgu-kafé um Niels Midjord við felagssangi og kaffisølu. Eisini er opið hús í skúlanum við framsýningum o. ø., har øll eru vælkomin. 

15.00 – 17.00 Bátasavnið í fiskakjallaranum undir Ribarhús er opið 

16.00 – 17.00 Bókasavnið: Fyrilestur. Hvør var Kingo? Jákup Reinert Hansen, lektari, sigur frá.                  Kingokórið úr Tjørnuvík luttekur. Bókasavnið bjóðar drekkamunn. 

18.00 Thabor: Møti við vitjan frá Logos Hope 

19.00 – 20.30 Mentanarhúsið: EYKAKONSERT – Bingo! Sjónleikakonsert til heiðurs fyri Niels Midjord.  Eykakonsertin er sitipláss burturav. Keyp á mh.fo 

21.00 Etasjan: Etasjuquiz  

Upplatingartíðir hjá handlum og matstovum: 

Fríggjadag: 07.30 – 22.00 Haraldsen og FK hava opið 

10.00 – 17.30 Vørðslan og Kato  

10.00 – 18.00 Piddasahandil er opin 

11.00 – 17.30 Fjord er opið við góðum tilboðum 

13.00 – 17.30 Beautee er opin við góðum tilboðum.  

13:00 – 17:30    Noðastova hevur opið 

Matur v.m. 11.30 – 18.00 Lúkukaffi í Ribarhúsi er opið við suppu til uppi er og góðum køkum 

12.00 – 21.00 Muntra: Góður matur, m.a. røst súpan og grinda- ella ræstkjøtburgari  

16.00 – 18.00 Hjallurin, úticafé í Miðstaðarlundini 

15.00 – 21.00 Mentanarhúsið: Lamb & laks – Støkk-upp matstova við Tróndi Húsgarð 

18.00 – 02.00 Mentanarhúsið, Norðrastova: Barman from the North – kokkteylbarr 

19.00 – 03.45 Etasjan er opin 

Leygardag: 07.30 – 22.00 Haraldsen og FK hava opið  

10.00 – 16.00 Vørðslan er opin við góðum tilboðum 

10.00 – 16.00 Beautee er opið við góðum tilboðum 

10.00 – 18.00 Fjord er opið – og fyllir 10 ár 

10.00 – 20.00 NoðaStova hevur opið 

12.00 – 20.00 Piddasahandil: heimavirkað í Ribarhúsi 

Matur v.m. 11.00 – 19.00 Hjallurin, úticafé í Miðstaðarlundini 

12.00 – 21.00 Muntra: Góður matur, m.a. røst súpan og grinda- ella ræstkjøtburgari 

18:00 – 02.00 Mentanarhúsið, Norðrastova: Barman from the North – kokkteylbarr 

14.00 – 20.00 Lúkukaffi í Ribarhúsi er opið við góðum dussum 

15.00 – 21.00 Mentanarhúsið: Lamb & laks – Støkk-upp matstova við Tróndi Húsgarð 

19.00 – 03.45 Etasjan er opin 

Sunnudag: 13.00 – 15.00 Beautee og Veitslulutir hava opið 

14.00 – 20.00 Piddasahandil: heimavirkað í Ribarhúsi 

Matur v.m. 12.00 – 21.00 Muntra: Góður matur, m.a. røst súpan og grinda- ella ræstkjøtburgari 

13.00 – 18.00 Hjallurin, úticafé í Miðstaðarlundini 

14.00 – 20.00 Lúkukaffi í Ribarhúsi er opið við góðum dussum 

18.00 – 23.45 Etasjan er opin 

Hetta vikuskifti vitja ymiskir matvognar eisini ymsa staðni í Fuglafirði