Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.09.2026 08:47

Navigare heiðraði sjómanstrúboðaran

Mynd: Trúboðin

Trúboðin

Leygardagin 29. august, var ein serstakur dagur hjá reiðarínum Navigare.

Tá kom fyrsti nýbygningurin, Hav Leiti, at bryggju í Søldarfirði, samstundis sum reiðaríið kundi hátíðarhalda sín 60 ára føðingardag.

Eftir móttøkuna av Hav Leiti var stórfingin gallaveitslu á Hotel KG í Klaksvík. Umframt góðan mat, vóru frágreiðingar um reiðaríið, talur, sangur og tónleikur og annað á skránni.

Á veitsluni var sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, heiðraður fyri drúgva og trúgva tænastu millum føroysk og útlendsk sjófólk.

Stjórin í Navigare, Álvur Højgaard, segði soleiðis:

– Í kvøld vilja vit í Navigare fegin heiðra ein persón. Hetta er ein maður, sum hevur havt serstakan týdning fyri sjófólk okkara í nærum 40 ár. Tað er Torleif Johannesen.

Síðan 1993 hevur Torleif verið sjómanstrúboðari hjá Føroysku Sjómansmissiónini í Føroyum. (Frammanundan var hann sjómanstrúboðari í tvey ár millum føroyskar sjómenn á Bornholm, og tvey ár starvaðist hann á sjómansheimum).
Øll hesi árini hevur hann ferðast millum skip og manningar – ikki bert føroysk, men eisini útlendsk sjófólk, sum nú eru ein støðugt vaksandi partur av føroyska handils- og fiskiflotanum.

Vitjað túsundtals skip og manningar

Tað er torført at telja, hvussu nógv fólk hann hevur heilsa uppá og tosað við gjøgnum árini. Men vit vita, at tað eru fleiri túsund sjófólk. Tað serliga við Torleifi er, at hann kemur umborð fyri at hitta fólkið. Hann kemur ikki sum reiðari ella myndugleiki, men fyri at spyrja, hvussu tað gongur? Altíð hevur hann góð ynskir og ofta eitt Guds orð og bøn.

Tað er júst hetta, sum ger arbeiði hansara so týdningarmikið. Tí lívið á sjónum kann vera hart.
Tað eru langir túrar burtur frá familjuni. Tað eru trupulleikar, óvissa og arbeiðsdagar, sum bæði kunnu vera krevjandi og vandamiklir. 
Og tá óhapp henda – tí vit missa eisini menniskju á havinum, so er tað ofta fólk sum Torleif, sum eru nær teimum, sum standa eftir. Tað hava vit og okkara manning eisini fingið at kenna. 

Drúgt og trútt arbeiði

Ein broyting síðstu árini er, at fleiri og fleiri útlendingar manna okkara fiski- og farmaskip. Teir eru langt heimanífrá og hava kanska hvørki familju ella vinir í Føroyum. Tá hevur tað stóran týdning, at onkur kemur umborð og sær tey sum menniskju – langt heimanífrá. Eisini her hevur Torleif gjørt eitt gott arbeiði. 
Hann hevur verið ein partur av føroyska sjómanslívinum í útvið 40 ár. Hann hevur vitjað óteljandi skip, tosað við óteljandi manningar og verið ein trúfastur gestur umborð. 
Vit í Navigare kunnu eisini siga, at Torleif hevur verið ein partur av okkara søgu. 

Tí vilja vit í kvøld takka tær hjartaliga fyri tað arbeiði, tú hevur gjørt fyri sjófólkið – og fyri tað arbeiði, tú framvegis gert. 
Torleif! Hetta er ein lítil gáva frá okkum, sum eitt tekin um okkara stóra takksemi og virðing fyri títt drúgva og trúgva arbeiði.

Bæði tær og Kristionnu vilja vit fegin takka og ynskja framhaldandi Guds signing á leiðini. TAKK!

Álvur Højgaard, stjóri á Navigare, Torleif og Kristianna Johannesen.
Álvur Højgaard, stjóri á Navigare, takkar Torleifi Johannesen, sjómanstrúboðara.