Dagar og nøvn í álmanakkanum
Aigidius, doyði 720. Hann var ættaður úr Athen og kom sum pílagrímur til Arles í Fraklandi, har hann í einum skógi nærhendis fekk sær einbýlií í einari holi. Fólk høvdu við orði, so gudrøkin hann var, og kongur gav honum loyvi til at byggja eitt kleystur. Sjálvur var hann fyrsti abbatin, og eftir deyða hansara vitjaðu pílagrímar næstan líka so nógv í Arles sum í Róm ella Santoago de Compostela.
Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð