Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.08.2026 10:07

Esmar Joensen føroyameistari í OL trap, og Tórur Fløtt í OL skeet 2026

Mynd: Skjótisamband Føroya

Skjótisamband Føroya

Um vikuskifti hevur Skjótisamband Føroya skipa fyri FM kapping í OL skeet og OL trap.

Við ársbyrjan setti altjóða skjótisambandið ISSF nýggjar finalu reglar í gildið, og hetta er fyrstuferð at hesar verða royndar í FM. Finalurnar eru styttar, samstundis sum talið á finaluplássum er økt úr seks upp í átta. Nýggja finalusniðið krevur, at íðkarar eru 100 prosent til reiðar frá fyrstu dúgvu, og tað er ikki pláss fyri nógvum mistøkum í finaluni.

Innleiðandi áðrenn finaluna, bleiv talan um eina spennandi og javna kapping, har nakrar heilt fáar dúgvu skiltu íðkarar frá finaluplássunum.

Tað endaði tó við, at Esmar Joensen úr Veiðifelagnum Byrsumúla og Tórur Fløtt úr Sunda Byrsufelag, báðir megnaðu at halda høvdið kalt, og gjørdu fægst mistøk, og tá saman um kom endaðu teir ávikavist 5 og 4 dúgvur frammanfyri næsta kappingarneyta.

Unglingina kappingina í skeet vann Leivur Joensen úr Sunda Byrsufelag, og Bartal Klettheyggj úr Veiðifelagnum Byrsumúla vann unglinga kappingina í trap, frammanfyri Jógvan Sjúða Hansen, úr sama felag. Bæði Bartal og Leivur vunnu eisini silvur í samlaða FM kappingini, sum má metast at verða sera flott.

Í ár hevur eisini verði kappast um eitt lið ferðasteyp í OL trap millum Eysturskot og Veiðifelagið Byrsumúla, aftur í ár vann Byrsumúli steypið til ognar. Teir ið umboðaðu liðini í FM, vóru Esmar Joensen og Bartal Klettheyggj úr Veiðifelagnum Byrsumúla, og Alex Johannesen og Kristian Johannesen úr Eysturskoti.

Seinasta FM kappingin á hesum sinni, verður komandi vikuskifti, leygardagin 5. sept. tá FM í Nordisk Trap verður í úti á Vík í Leirvík.

Úrslit

OL trap

1. Esmar Joensen

2. Bartal Klettheyggj

3. Jeppe Sommer Bruun

4. Alex Johannesen

5. Johnhard Klettheyggj

6. Jákup Øregaard

7. Eirikur Elisson

8. Kristian Johannessen

9. Jógvan Sjúrður Hansen

10. Ari Joensen

OL trap – unglingar

1. Bartal Klettheyggj

2. Jógvan Sjúrður Hansen

OL skeet

1. Tórur Fløtt

2. Leivur Joensen

3. Herleif Hammer

4. Jógvan Egholm

5. Johnny á Túgvu

6. Jóannis Joensen

7. Pól Jóhannus Smith Jensen

8. Hans Erik Smith Jensen

9. John C Hansen

10. Tom Eli Mittfoss

11. Heri Mittfoss

12. Áslakur Johannesen

13. Óla Christian Debes

14. Marius F Joensen (luttók ikki seinna dagin)

15. Steinmund Klakstein

OL skeet – unglingar

1. Leivur Joensen

Myndir: Skjótisamband Føroya