Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin, skrivað kl 06:15.
Frískur vindur upp í strúk eystan og landnyrðing, 8 til 13 m/s, í støðum hvassur vindur, 15 m/s. Samdrigið og samregn, í støðum nógv og groft regn. Út á kvøldið turrari og hann minkar vindin niður í frískt lot til frískan vind millum norðan og útnyrðing, 5 til 10 m/s, í støðum minkandi niður í lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s.
Fyrrapartin í morgin vaksandi vindur til frískan vind upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, í støðum hvassur vindur, 15 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin alt samdøgrið 7 til 12 stig.
Sólarris: 06:11 Sólsetur: 20:41