Tíðindaskriv/Sersambandið fyri súkkling og triathlon
FM-vikuskiftið verður avgerandi roynd undan Oyggjaleikunum – Troy og Norðstrok bjóða til tvær spennandi kappingar.
Komandi vikuskiftið verður størsta súkkluvikuskiftið í Føroyum í ár. Leygardagin skipar Súkklufelagi Troy fyri FM í langteini á Skála, og sunnudagin bjóðar Súkklufelag Norðstrok til FM í tíðarkoyring í Klaksvík. Samstundis eru kappingarnar nógv meira enn stríðið um føroyameistaraheitini – tær eru royndarkoyring og styrkisroyndin undan Oyggjaleikunum næsta ár.
FM-kappingarnar snúgva seg fyrst og fremst um heiðurin at gerast føroyameistari. Samstundis eru kappingarnar eitt gott høvi hjá súkklarunum at vísa seg fram, nú fyrireikingarnar til Oyggjaleikirnar 2027 spakuliga taka skap. Góð avrik í FM kunnu verða ein fyrimunur, tá landsliðið seinni skal úttakast, men fyrst og fremst verður kappast um heiðurin og FM-heitini.
Fyri at tryggja eina avgreiðslu á altjóða stigi hevur Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon (SST) fingið tveir royndar danskar kommissærar at leiða báðar kappingarnar. Somu kommissærar fara eisini at hava ábyrgdina av súkklukappingunum undir Oyggjaleikunum 2027, og FM verður tí eisini ein týðandi roynd hjá fyriskiparum og dómarum.
Troy skipar fyri klassiskari FM-kapping
Leygardagin verður tað Súkklufelagi Troy, sum tekur ímóti súkklarunum á Skála. Kappingin verður á einari krevjandi rutu kring Skálafjørðin, har bæði vindur, brekkur og taktikkur fara at seta sín dám á kappingina. Eftir umførini kring fjørðin verður avgerðin tikin á lokalum umførum í Skála, har áskoðararnir fáa góðan møguleika at fylgja spennandi endaspurtinum.
Rutan krevur bæði styrki, úthaldni og gott samstarv, og tí eru allar fortreytir til staðar fyri einari spennandi FM-kapping.
Norðstrok bjóðar nýggja og spektakulera tíðarkoyring
Sunnudagin flytur FM til Klaksvíkar, har Súkklufelagi Norðstrok skipar fyri einari tíðarkoyring, sum verður heilt øðrvísi enn tað, føroyskir súkklarar eru vanir við.
Í staðin fyri eina langa beina tíðarkoyring er nýggja FM-rutan løgd gjøgnum miðbýin í Klaksvík. Her skulu súkklararnir handfara nógv skørp sving, stuttar brekkur og tekniskar partar, sum gera hvørt sekund avgerandi.
Hetta verður ein skjót og áskoðaravinarlig kapping, har áskoðararnir kunnu síggja súkklararnar fleiri ferðir á teininum, meðan súkklararnir skulu sameina eksplosiva kraft, nágreiniligan teknikk og røttu disponeringina.
Báðir teinarnir er gjørdir við tí fyri eyga at geva bæði súkklarum og fyriskiparum virðismiklar royndir undan Oyggjaleikunum 2027.
Kann nakar steðga Pauli Poulsen?
Í ítróttarliga partinum verður spennandi at síggja, um nakar megnar at bjóða Pauli Poulsen av. Hann hevur higartil í ár verið greitt sterkasti føroyski súkklarin og hevur vunnið bæði FM í gøtusúkkling og LM Kring Føroyar.
SST vónar samstundis um stóra luttøku í øllum aldursbólkum og serliga í kvinnuflokkunum. Kvinnur kappast um síni egnu FM-heiti bæði í langteini og tíðarkoyring, og felagið vónar, at hetta verður enn eitt stig móti sterkari føroyskari kvinnusúkkling fram móti Oyggjaleikunum.
Ein súkkluhátíð fyri øll
FM-vikuskiftið verður sostatt ikki bara ein kapping um gullmerkini, men eisini ein møguleiki hjá føroyskum súkklaraítrótti at vísa seg fram. SST heitir á áskoðarar kring landið um at møta upp kring Skálafjørin leygardagin og í Klaksvík sunnudagin og vera við til at skapa karmarnar um eitt av størstu súkkluvikuskiftunum í Føroyum í nógv ár.