Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.08.2026 23:52

Martin stendur á odda fyri liðnum sunnudagin

Martin fer at standa við stýrisvølin sunnudagin. Í kvøld var hann í Sarpugerði og hugdi eftir dystinum millum Víking og HB. Mynd: Eyp.fo

Tað verður 36 ára gamli, Martin Jarnskor, fyrr Olsen, sum fer at standa á odda fyri besta liðnum hjá monnum hjá B68 sunnudagin, tá ið teir skulu í Gundadal har B36 tekur ímóti.

Tað váttar høvuðspersónurin sjálvur fyri Eysturoyarportalinum. Við sína lið fer hann at hava Pedro Tarancon Anton, sum áður hevur verið knýttur at B68 toyminum.

Martin hevur staðið á odda fyri næstbesta liðnum hjá B68 í ár, áðrenn tað nú vóru boð eftir honum á besta liðnum.

Avtalan er í fyrstu syftu, at teir báðir standa á odda fyri liðnum sunnudagin. Hvat síðani fer at henda við venjaraspurninginum er í løtuni óvist.