Kommunufelagið
Til fundin í dag høvdu vit boðið Sannu á Løgmansbø, forkvinnu í Føroya Pedagogfelagi, á gátt at greiða frá teimum avbjóðingum, sum eru á dagstovnaøkinum.
Onnur mál vóru eisini á skrá, millum annað uppskot til broytingar í dagstovnalógini, umframt at innihaldið í løgmansrøðuni var til umrøðu.
Allir 29 borgarstjórar hava rætt at møta á borgarstjórafundi í Kommunufelagnum.