Hondbóltsfelagið Tjaldur skrivar:
Sámal nýggjur nevndarlimur.
Hondbóltsfelagið Tjaldur helt aðalfund gjárakvøldið 27. august 2026 í Bylgjuni.
Allir nevndarlimir standa fyri vali á hvørjum ári.
Øll tóku við afturvali, undantikið Kim Steve Gerlach Bergkvist, ið ikki ynskti at halda fram.
Í hansara stað varð Sámal Einarsson valdur.
Vit takka Kim fyri hansara arbeiði í nevndini, ynskja honum alt tað besta framyvir og bjóða Sámal vælkomnum í nevndina.
Nevndin skipar seg sjálva, og hesi manna nevndina komandi árið:
Sigrun Jónsveinsdóttir, forkvinna
Dan Lamhauge, skrivari
Aage Arnoldson, kassameistari
Malan úr Dalinum, nevndarlimur
Sámal Einarsson, nevndarlimur