Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.08.2026 12:05

Høgni og Andrias nú EHF-dómarar

Mynd: HSF

Hondbóltssamband Føroya

Føroyar hevur nú aftur eitt altjóða dómarapar í hondbólti. Brøðurnir Andrias og Høgni Fríðuson Gaard eru nú góðkendir at døma dystir á hægsta altjóða stigi í Evropa.

Høgni og Andrias hava luttikið í Young Referees Programme hjá EHF í nøkur ár, har teir m.a. hava dømt í European Open, Youth Champions League og U20 EHF Championship. Teir hava nú staðið allar royndir, bæði skrivligar og kropsligar, og hava prógvað seg nóg væl á vøllinum til at fáa góðkenning. Hetta merkir at teir væntandi fáa altjóða dystir í Evropa komandi kappingarár.