Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.08.2026 08:24

Føroyameistarakappingin í leirdúgvuskjóting

Mynd: Skjótisamband Føroya

Tíðindaskriv/Skjótisamband Føroya

Komandi vikuskifti fara FM kappingarnar í leirdúgvuskjóting av bakkastokki.

Byrja verður leygardagin 29. august við FM í OL trap og OL skeet. Fyrri dagurin í OL skeet verður avgreiddur á skjótibreytini hjá Vestmanna Byrsufelag í Vestmanna, og sunnudagurin verður á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla, á Sandvíkum í Tórshavn.

Báðir dagarnir í OL trap verða á breytini á Sandvíkum í Tórshavn.

Seinasta FM kappingin í ár, verður úti á Vík í Leirvík leygardagin tann 5. september, har FM vinnarin í Nordisk Trap skal finnast

Beinleiðis dagføring við úrslitinum, verður á heimasíðuni hjá Skjótisamband Føroya. Leinkjan er: https://skot.fo