Dagar og nøvn í álmanakkanum
Augustinus, doyði 430. Føddur í Tagaste í Norðurafriku.
Eftir mongum ymiskum vegum gjørdist hann kristin og endaði sum biskupur í Hippo eisini í Norðurafriku. Doyði, tá ið vandalakongurin Geiserik kringsetti staðin. Augustin var mætasti kirkjulærari í fornkirkjuni og hevði tær komandi øldirnar mikla ávirkan á kristna heimspeki og guðfrøði. Augustinus, Ambrosius (4. apríl), Gregorius (12. mars)og Hieronymus (30. september) verða taldir sum kirkjufedrar í katólsku kirkjuni vestanfyri.
Auggusteinus er eitt føroyska navnið.
Navnið Augustinus er latínskt og merkir hin hátt upphevjaði.
Robert Joensen føddur í Klaksvík 1912.
Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð