Tíðindaskriv
Ungir kokkar seta føroyskar rávørur á breddan til Arctic Young Chef 2026
Arctic Young Chef (AYC) er ein norðurlendsk kokkakapping fyri ungar kokkar úr Føroyum, Íslandi, Norra og Grønlandi. Endamálið er at menna næstu ættarliðini av kokkum og samstundis seta fokus á matmentan, rávørur og tilfeingi úr arktiska økinum.
Í Føroyum varð innleiðandi umfarið í AYC 2026 lagt mitt í rokanum á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík. Kokkaskúlin á Tekniska Skúla í Klaksvík (TSK), har tað í dag ber til at taka alla føroysku kokkaútbúgvingina, stóð fyri kappingini.
Kapping mitt á Sjómannadegnum
Kappingin var hildin í einum tjaldi mitt í øllum rokinum á Sjómannadegnum. Har vóru sjey ungir kokkar savnaðir og arbeiddu undir stórum trýsti, meðan spentir áskoðarar sluppu heilt nær at køkunum.
Til høvið vóru bygdir serstakir køkar til kappingina og gjørdist tað ein serlig uppliving hjá áskoðarunum at kunna fylgja kokkunum so tætt. Tey kundu síggja rávørurnar, arbeiðsgongdina, fylgja við í avgerðum og síggja, hvussu rættirnir tóku skap, meðan klokkan taldi niður.
Føroyskar rávørur og nýtt hugflog
Ein týðandi partur av AYC er at seta okkara egna tilfeingi í miðdepilin. Í kappingini skuldu kokkarnir arbeiða við føroyskum rávørum og serliga vísa, hvussu rávørur, sum í dag eru undirnýttar, kunnu fáa nýtt lív í nútímans matgerð.
Dentur varð lagdur á føroyska matarsiðvenju, undirnýttar føroyskar rávørur, skapanarevni, fakligan dugnaskap og sjálvandi smakk.
Á tann hátt er AYC meira enn ein kokkakapping. Tað er ein pallur, har ungir kokkar kunnu kanna okkara matmentan og tilfeingi og við hugflogi og fakligari vitan vísa á nýggjar møguleikar fyri føroyskar rávørur.
Lassi H. Klein vann innleiðandi umfarið
Eftir eina spennandi kapping var tað Lassi H. Klein, sum kundi lyfta steypið sum vinnari og harvið tryggja sær pláss í finaluni í Arctic Young Chef 2026.
Dómararnir róstu Lassa fyri sera høgan fakligan dugnaskap og góða fyrireiking.
Fimm dómarar mettu rættirnar: Thorir Erlingsson úr Íslandi, Sebastian Jimenez, Jaspur S. Jørgensen, Rannvá L. Beder og Sonni Zachariasen úr Føroyum.
AYC sum pallur fyri næstu ættarliðini
Seinastu árini hava fleiri føroyskar matstovur ment seg til eitt høgt altjóða støði. Í hesum høpi hevur tað stóran týdning at menna ungar kokkar og geva teimum møguleika at royna seg í einum fakligum og altjóða umhvørvi.
AYC gevur teimum bæði fakligar avbjóðingar og íblástur og samstundis møguleikan at hitta og kappast móti ungum kokkum úr øðrum londum í Arktis.
Kappingin er eisini ein møguleiki at seta sjóneykuna á tað tilfeingi, vit hava í Føroyum. Nógvar føroyskar rávørur eru enn undirnýttar og her kunnu framtíðar kokkar spæla ein týðandi leiklut í at finna nýggjar mátar at gagnnýta tær.
Nú bíðar finalan í Íslandi
Við sigrinum á Sjómannadegnum skal Lassi H. Klein nú umboða Føroyar í AYC-finaluni í Íslandi fyrst í 2027. Har møtir hann vinnarunum úr Íslandi, Norra og Grønlandi.
Tað verður spennandi at fylgja Lassa víðari í AYC og síggja, hvussu hann fer at umboða Føroyar og føroyskar rávørur á altjóða pallinum í Íslandi.
Úrslit AYC´26 Føroyar:
1.pláss: Lassi H. Klein
2.pláss: Mogens Højsted
3.pláss: Krista Kjaerbo
Eisini luttóku hesir kokkar : Hørður Herason, Aksel Schellerup, Angela E. Ruffin, Matheo Coosemans.
Samband :
General contact AYC:
Project Managar, Arctic Young Chef
Hinrik Carl Ellertsson hinrik.carl.ellertsson@mk.is
Other contacts
Guro Larsen Brown, Norway gurbro@nfk.no
Ægir Friðriksson, Iceland aegir.fridriksson@mk.is
Andras Sigmarsson Jacobsen, Faroe Islands andrasj@tsk.fo
Jákup Sørensen, Greenland jakup@nora.fo
Vegna AYC Føroyar
Andras Sigmarsson Jacobsen
Undirvísari & deildarleiðari, føroyski Kokkaskúlin TSK








Myndir: TSK