Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til fríggjadagin á middegi.
Lítið lot av landsynningi, minni enn 5 m/s, sum seinnapartin fer at mæla av ymsum ættum. Samdrigið og sum frá líður regn, í støðum mjørki. Í nátt fer hann í norðan og veksur vindurin spakuliga. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin 8 til 13 stig.
Sólarris: 06:02 Sólsetur: 20:53