Týsdagin 25. august 2025 varð nýggi graslíkisvøllurin frá Føroya Møblasølu sýnaður av FSF og avhendaður til Fuglafjarðar kommunu. Tað skrivar Fuglafjarðar kommuna á heimasíðu síni í dag.
Graslíkisvøllurin hevur fyllu av sandi og kork. Út yvir nýggja teppi er ymiskar ábøtur gjørdar á vøllin, so sum málgoymsla og hóskandi trygdargeiri uttanfyri síðu- og baklinjur.
Arbeiðið er gjørt av áleggingartoymi frá Føroya Møblasølu, EM-asfalt, Voyt, Form, BE-smíð, frívilligum frá ÍF og er samskipað av kommununi saman við Leif André Eliasen frá ÍF.