Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.08.2026 14:17

Ein nakin stórhavstjóð

Lesarabræv

Bæði føroysku vaktarskipini, Brimil og Tjaldur, liggja við kaj, vegna umvælingar og maskinbrek. Brimil skal umvælast í 10 vikur, og Tjaldrið er 50 ára gamalt, so tað er trupult at finna neyðugu eykalutirnar.

Omaná hetta kunnu vit lesa í donsku miðlunum, at skipini hjá donsku sjóverjuni eru gomul, illa mannaði, uttan útgerð og kunnu ei heldur sigla kring Grønland og Føroyar, tá ið tað verður væntað av teimum.

Ein sera óvanlig og óheppin støða, sum ávirkar okkara førleika at fremja eftirlit og verða tøk til leiting og bjarging. Hetta kann í ringasta føri seta trygdina hjá okkara sjófólki í vanda.

Hendan støðan kundi tó verið fyribyrgd.

Vit áttu fyri LANGARI tíð síðani byrjað tilgongdina at útvega nýggj skip til føroysku vaktar- og bjargingartænastuna. Tað eigur ikki at koma óvart á, at tað fylgja nakrar uppgávur við at hava so stórt sjóøki sum Føroyar.

Hesar uppgávur hvørva ikki, men verða tvørtur móti fleiri í tali komandi árini. Vit hava størri tørv á fiskiveiðueftirlit, trygd, verju, fyribyrging av smugling, tilbúgving og bjarging komandi árini, ikki minni.

Harafturat er danska sjóverjan so niðurpínd, og krøvini um at vera meira til staðar í Grønlandi og Eystarasalti so nógv økt, at vit mugu fyrireika okkum til at klára fleiri uppgávur sjálvi.

Tí hevur tað sera stóran týdning, at vit politiskt blíva samd um at í minsta lagi tvey nýggj og framkomin vaktarskip verða løgd í ta langtíðaríløguætlanina, sum politiska skipanin hevur sett sær fyri at fáa upp í lag.

Vit hava ikki ráð til at bíða, til vanlukkan rakar. Tað tekur tíð at útvega slík skip, og tí mugu vit í gongd beinavegin.

Rætta løtan var fyri 20 árum síðani. Næstbesta løtan er nú.