Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.08.2026 09:08

Bátaeigarar á Oyrarbakka bodnir til kunnandi fund

Mynd: Sunda kommuna

Sunda kommuna

Í sambandi við arbeiðið at víðka bátahylin á Oyrarbakka, verða allir bátaeigarar bodnir til ein kunnandi fund um arbeiðið.

Kunnað verður um arbeiðsgongdina, og um flytan av bátum í sambandi við, at nýggju bátabrúgvarnar skulu setast upp. 

Fundurin verður á kommunuskrivstovuni týsdagin 25. august kl 17.00.

Møtið fjølment. 

Spjaldur