Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.08.2026 14:50

14. – 16. august var 17+ lega í Nesvík

Trúboðin

17+ er ein lega fyri ung, ið eru 17 ár og eldri. Hetta var ein sera væleydnað lega við yvir 140 luttakarum og nógvum hjálparfólkum, sum vóru við til at tryggja, at alt gekk væl. Tríggir raskir høvuðsleiðarar skipaðu fyri leguni, og tey høvdu funnið nógv fólk at hjálpa til við ymiskum, m.a. kokkar, uppvaskarar, forbønarfólk, eitt teknikktoymi, eitt lovsangstoymi o.s.fr.

Evnið á leguni var “Høvd, hjarta, hendur”

Legan varð skotin í gongd, og til fyrsta ungdómsmøtið hevði Sjúrður Jensen eina talu um Jesu líðing og at vera Jesusi lýðin, og so var sjálvandi eisini góður lovsangur.

Síðani hevði Eyðbjørn Jacobsen tríggjar talur ígjøgnum leguna um evnið “Høvd, hjarta, hendur” og legði dent á stóra týdningin av at vera ein lærusveinur, og hvussu vit kunnu gera lærusveinar í dag.

Áhugatímar

Á leguni vóru eisini tríggir áhugatímar, har luttakararnir fingu møguleika at fara til tveir av teimum. Anna Absalonsen hevði um evnið “Samanhangurin í bíbliuni”, Ragnhard Petersen hevði um evnið “Ein vælfungerandi lærusveinabólkur”, og Torgeir Petersen og Rasmus Petersen høvdu eitt prát um vitnisburðin hjá Rasmusi, og hvussu teirra lærusveinabólkur hevur styrkt og ment Rasmus andaliga. Hetta vóru nøkur sera áhugaverd og viðkomandi evni, sum riggaðu væl til undirvísingina á leguni.

Gongutúrur og nógv onnur spennandi tiltøk

Á leguni var góður felagsskapur, spøl, undirhald, samansjóðing, og kioskin var sjálvandi eisini opin. Eisini var skipað fyri einum valfríum gongutúri út í hagan, har Pól Sundskarð (yngri) var ferðaleiðari.

Legan var sera væleydnað, og LUN takkar luttakarunum, høvuðsleiðarunum og øllum teimum, sum hava verið virkin á leguni! 

Vónandi síggja vit teg aftur til tað næsta tiltakið.

Spjaldur