Birkblog
Samrøða við Lars Bredo Rahbek, framleiðara í SF Studios, Keypmannahavn, um filmin “No Rest for the Wicked” undan frumsýningini í Havnar Bio. Medframleiðarar eru Outlier Projects í Føroyum og Truenorth í Íslandi:
– Fyri tíggju árum síðan fór eg saman við lektaranum, Dag Heede, at leita eftir brúkiligum tilfari í donskum bókmentum, ið kundi verða til ein film við queer sum evni. “Manor” var heilt vist besta boðið, sum eisini rópti til himmals í filmiskari styrki – og hey, hesa søguna hevði Karl Heinrich Ulrichs hugsað og staðsett langt burturi frá meginlandsmentanini, á sama hátt sum Bram Stoker pallsetti Dracula í Transsylvania. Føroyar, henda frumkenda søgnin, trúarheimurin og ferðin hjá eini móðir, at skilja sonin. Tað var sterkt og hjartanemandi. Og hóast Egor og Pilou manna høvuðsleiklutirnar, so er tað Sofía, ið er hin veruligi høvuðsleikluturin, tí av øllum er hon tann, ið mennist og broytir seg mest. Ævintýrið hjá H.C. Andersen “Søgan um eina móðir” er livandi og nemandi søgugongdin, subplottið, ið gevur filminum, “No Rest for the Wicked”, eitt ævigt gildi og breitt galdandi virði, metir Lars.
Les alla samrøðuna her: Frumkenda søgnin, trúarheimurin og ferðin hjá eini móðir, at skilja sonin