Bogaskjótisamband Føroya
Hans Petur Højgaard gavst við recurve-boganum fyri útvið einum hálvum ári síðan og fór í staðin at skjóta við compound-boga. Kortini bjóðaði hann í dag av í uttandura FM-kappingini hjá recurve-monnunum – og vann
Í nógv ár hevur Hans Petur Højgaard úr Ørvi verið roknaður at vera Føroya besti mannligi recurve-skjútti, men tá hann 1. mars í ár hevði vunnið enn eitt av sínum mongu meistaraheitum – hesa ferð FM í innandura bogaskjóting 2025/2026 – legði hann recurve-bogan á hillina og fór at skjóta við compound-boga í staðin.
Hann hevur at kalla ikki nortið recurve-bogan síðan, men teknaði seg kortini til framskundaðu FM-kappingina hjá recurve-monnunum í uttandura bogaskjóting, sum varð skotin á skjótibreytini í Hoydølum í dag.
Og Hans Petur gjørdi ikki mætari enn at endurvinna recurve-meistaraheitið, sum hann í fjør vann uttan mótstøðu.
Hesa ferð fekk hann kapping frá Bárði Magnusson úr Vágaskoti og Paula Mortensen úr Tambum, sum kappaðist um FM uttandura fyri fyrstu ferð.

FM uttandura 2026, recurve menn. Bárður Magnusson (Vágaskot), silvur, Hans Petur Højgaard (Ørvur), gull, og Pauli Mortensen (Tambar), bronsu
Innleiðandi kappingin vísti rættiliga greitt, hvar skjúttarnir lógu í styrki í mun til hvønn annan. Hans Petur vann innleiðandi kappingina við 563 stigum framman fyri Bárð við 511 stigum, og Pauli fekk 357 stig á triðja plássi.
Bárður lat ongan iva vera um, at hann í hvussu er ætlaði sær silvurheiðursmerkið, tá hann vann 6 – 0 á Paula í hálvfinaluni.

Hálvfinalan millum Bárð Magnusson vinstrumegin og Paula Mortensen
Finalan mundi hinvegin blivið spennandi, tá Bárður hótti við at koma afturíaftur, eftir at hava tapt tvey tey fyrstu umførini. Hann vann tað triðja umfarið, so støðan tá var 2 – 4, og tyktist eisini ætla sær at vinna tað fjórða og javna til 4 – 4.
Tá teir báðir høvdu skotið tveir pílar í part í fjórða umfarinum, var Bárður nevniliga á odda 17 – 16, so tað snúið seg bara um at halda tørn við seinasta pílinum.
Ein frægari dag hevði tað neyvan verið nakar trupulleiki, tí Hans Petur var ikki serliga neyvur við sínum seinasta píli og rakti 6’aran. Men ólukkutíð fyri Bárð bleiv hansara seinasti pílur í umfarinum tað vánaligasta skotið hjá honum í finaluni. Hann rakti 4’aran, og Hans Petur endaði tískil við at vinna umfarið 22 – 21 og finaluna um FM-gullið 6 – 2.
FM-kappingin hjá recurve-monnunum varð framskundað eftir ynski frá skjúttunum. Hinir bólkarnir kappast um FM 29. ella 30. august alt eftir, hvussu veðrið er.

Finalan millum Hans Petur Højgaard og Bárð Magnusson
—
Úrslitini, FM uttandura, menn recurve:
Innleiðandi:
Hans Petur Højgaard (Ørvur), 293+270 = 563.
Bárður Magnusson (Vágaskot), 244+267 = 511.
Pauli Mortensen (Tambar), 187+170 = 357.
Hálvfinala:
Bárður – Pauli, 6 – 0.
Finala:
Hans Petur – Bárður, 6 – 2.