Søga varð skrivað á Skála í kvøld. Fyri fyrstu ferð nakrantíð vann besta liðið hjá monnum hjá Skála ímóti besta liðnum hjá Víkingi.
Úrslitið gjørdist 2-1 til heimaliðið. Málini hjá heimaliðnum skutu Bjarti Thorleifsson við frálíkum frísparki í 14. minutti og Mórits Heini Mortensen í 78. minutti. Meðan Aron Benjaminsen er skrásettur fyri málið hjá útiliðnum sum kom longu í 2. minutti.
Við søguliga sigrinum hevur Skála hálað seg uppá 8. pláss, meðan Víkingur dettur heilt niður á 5. pláss.
Myndir: Pætur E. Jacobsen/ Eyp.fo




















































