NSÍ var komið uppá javnleik samanlagt – við málum frá Peturi Knudsen í 29 minutti og Marius Kryger Lindh í 61 minutti og áskoðarnir úr Runavík vóru byrjaðir at droyma.
Men útiliðið úr Sveis svaraði aftur í seinna hálvleiki og skoraði tvey mál, og endaði dysturin við Djúpumýru í Klaksvík, við javnleiki 2-2.
Eftir 2-0 tapið í fyrra dystinum móti FC Lugano niðri í Sveis fyri viku síðani, vóru fortreytirnar hjá NSÍ ikki tær allar bestu. Men við dirvið, høðrum arbeiðið og frálíkum spælið eydnaðist tað bæði at koma framum 1-0 og 2-0.
Men FC Lugano vildi tað øðrvísi, og tveir sveisiskir stútaðir tætt undir málinum kostaðu dýrt og máttu teir gulu til endans taka til takkar við einum javnleiki á heimavølli.
Sostatt er NSÍ úti úr evropeiksum fótbólti fyri í ár, eftir at teir hava gjørt tað framúr í Conference League kappingini í ár, bæði fyri seg sjálvar og føroyskan fótbólt.
Nú er fult fokus á heimligu kappingina og tætta FM-stríðið.
Myndir: Árni Øregaard/Eysturoyarportalurin












































Stuðlað umrøðuni hjá NSÍ í Conference League hava:
Voyt
Storm
FBS – Føroya Betongsaging
Kiosk Vár