Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.08.2026 20:25

Skála ÍF og Pauli Poulsen enda samstarvið

Mynd: Eyp.fo

Skála Ítróttarfelag skrivar:

Avgerð er nú tikin um at enda samstarvið millum Skála ÍF og Paula Poulsen, høvuðsvenjara hjá besta mansliðnum.

Pauli hevur í nógv ár verið ein stór drívmegi í felagnum og hevur við eldhuga og ídni lagt nógva tíð og orku í okkara besta manslið. Vit takka honum fyri hansara stóra íkast og ynskja honum alt tað besta frameftir.

Arbeitt verður við einari loysn fyri venjaratoymið. Nærri kunning kemur seinni.