Ítróttarsamband Føroya
Ítróttasamband Føroya bjóðar til fráfaringarløtu fyri Petur Mittún og móttøku fyri Maritu
Debess Magnussen, sum hevur tikið við sum aðalskrivari í ÍSF.
Petur Mittún hevur í sínum starvi sum fyrsti aðalskrivari í Ítróttasambandi Føroya lagt nógv fyri í føroyskum ítrótti, og við fráfaringarløtuni vil ÍSF takka honum fyri hansara arbeiði og íkast gjøgnum árini. Samstundis vil starvsnevndin bjóða Maritu Debess Magnussen vælkomnari í starvið og geva samstarvsfeløgum, sambondum og øðrum høvi til at heilsa upp á nýggja aðalskrivaran.
Móttøkan verður fríggjadagin tann 14. august frá klokkan 15.00 til 18.00 í ÍSF húsinum á Eystaru Bryggju 30.
ÍSF forsetin býður vælkomin kl. 15.30. ÍSF er vertur við ábiti og onkrum góðum afturvið.
Øll eru vælkomin.