Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.08.2026 15:35

Strika MVG av føroyskum mánaðar- og vikubløðum

Lesarabræv

Føroysk mánaðar- og vikubløð, eisini kallað magasin, eiga at fáa somu treytir sum tíðindabløð og verða undantikin meirvirðisgjaldi. Tað heldur Astrið Breckmann, sum nú hevur sett landsstýrismanninum í fíggjarmálum ein skrivligan fyrispurning um evnið.

Í dag eru søla av tíðindabløðum og prenting fyri tíðindabløð undantikin meirvirðisgjaldi. Hetta undantakið fevnir tó ikki um føroysk mánaðar- og vikubløð, eisini kallað magasin.

Astrið Breckmann, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, heldur, at hetta eigur at broytast.

– Føroysk magasin hava stóran týdning fyri føroyska málið og mentanina. Tí tað hevur stóran týdning, at vit eggja fyritøkum at framleiða føroyskt tilfar, sum gevur okkum møguleika at spegla okkum í okkara egna samfelagi. Harafturat eru slík magasin ein dokumentatión av  samtíðini, vit liva í, sum er týdningarmikið og áhugavert hjá komandi ættarliðum at lesa og fáa innlit í. Tí eiga vit at skapa so góðar karmar sum gjørligt fyri hesi bløð, sigur Astrið Breckmann.

Seinastu árini eru fleiri føroysk bløð givin at koma út. Samstundis er føroyski marknaðurin lítil, og tí kann tað vera trupult at fáa slíkar útgávur at bera seg.

– Tað hevði ikki kostað landskassanum stórvegis at givið føroyskum magasinum MVG-frítøku, tí so fá eru eftir. Hinvegin hevði tað gjørt mun fyri tey, sum framvegis framleiða føroyskt tilfar, sigur Astrið Breckmann.

Hon spyr nú Aksel V. Johannesen, landsstýrismann í fíggjarmálum, hví føroysk mánaðar- og vikubløð ikki eru fevnd av sama MVG-undantaki sum tíðindabløð, og um hann ætlar at broyta lógina.

Astrið Breckmann, tingkvinna fyri Fólkaflokkin