Tá ið Strømmen IF og Ranheim IL brustu saman í gjár tann 9. august, var tað við dómara og hjálpardómara úr Føroyum.
Tveir føroyingar hava verið í Norra í samband við altjóða fótbóltsdøming, har teir dømdu dystin millum Strømmen IF og Ranheim IL í norsku næstbestu deildini eisini kallað OBOS-ligaen.
Fuglfirðingurin Jákup Øssursson Mohr dømdi dystin, meðan at hjálpa sær á síðulinjunum hevði hann Allan Mouritsen sum var hjálpardómari. Hin hjálpardómarin, umframt 4. dómarin og eygleiðarirnir vóru allir úr Norra.
Dysturin endaði 1-4 til útiliðið Ranheim IL. Ranheim skoraði heili 3 mál upp á 8 minuttir (28 min, 31 min og 36 min). Meðan tað 4 málið varð skotið í 50 minutti.
Jákup dømdi brotsspark til heimaliðið Strømmen IL í 70 minutti, sum teir eisini skoraðu uppá. Dysturin endaði 1-4 til útiliðið Ranhaeim IL.