Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.03.2023 09:10

Veðrið á donskum?

Mynd: Skíggjamynd (Vedrid.fo)

Tað mundu verða allarflestu føroyingar sum frøddust síðsta fríggjadag, tá KVF, við Hanus Kjølbro í høvðusleiklutinum, so avbera væl greiddi føroyingum frá hvussu veðrið runt oyggjarnar fór at vera komandi dagarnar. Heilt avgjørt nakað, sum hevur verið bíða eftir og vónandi dettur hetta ikki niðurfyri aftur. Eitt stig á leiðini í tjóðarbygging føroyinga.

Tað er heldur ikki so langt síðani, at føroyingar yvirtóku veðurtænastuna. Og nýliga fingu vit eisini heimasíðan Vedrid.fo. Ein heimasíða, sum verður nógv brúkt og vitja fyri at kunna seg um veðrið runt landið.

Ein lesari hevur vent sær til Eysturoyarportalin, har hann undrast, hví alt tilfar og tekstur á heimasíðuni er á føroyskum, men at “5 dagaforsøgnin” og “havforsøgnin” oftani er á donskum ístaðin fyri á móðurmálinum. Hvat kann orsøkin vera til tað, spyr hann?