Skála Ítróttarfelag skrivar:
Vit eru fegin um at bjóða danska áleyparanum Sebastian Larsen vælkomnum til Skála. Sebastian, sum er 19 ár, kemur úr Sønderjyske, har hann hevur verið partur av ungdómsumhvørvinum hjá felagnum og eisini fingið sínar fyrstu dystir á besta liðnum.
Sebastian er kropsliga sterkur og ein dugnaligur áleypari, sum vit gleða okkum at síggja í Skála-búnanum.
Vælkomin til Skála, Sebastian – vit ynskja tær bestu eydnu