Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.07.2026 12:19

Dana Cup 2026: Fyrsta A-finalan hjá einum føroyskum gentuliði

HB gentur endaðu við silvurkrónum um hálsin eftir at tær taptu finaluna móti sterkum mótstøðuliðið. Mynd: Eyp.fo

Í morgun leikti HB, gentur 12, sum er árgangur 2014, A-finaluna í ársins Dana Cup 2026.

Mótstøðuliðið var FTA – Football Talent Academy Scandinava, eitt krútsterkt lið av útvaldum gentum í Skandinavia, sum eisini til endans vann ein greiðan 6-0 sigur.

Men hetta er sum skilst, fyrstu ferð at eitt føroyskt gentulið er komið allan vegin í A-finaluna í Dana Cup, sum er ein av heimsins størstu ungdómsfótbóltskappingum í heiminum.

Dana Cup verður hildin í Hjørring í Danmark. Umleið 20.000 ungdómar, 1000 lið frá heili 56 londum hava luttikið.