Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.03.2023 09:24

Stríðið við Løkin

Mynd: Tórður var dagsins maður í gjár (Eysturoyarportalurin, savnsmynd)

Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar, tá uppflytararnir úr B68 og uttanmenn við bæði fyrrvernandi NSÍ´arum, veteranum og einum presti á liðinum vóru gestir við Løkin. Á B68 liðinum vóru kend nøvn so sum; Tórður Thomsen, Óli H. Olsen, Ovi Brim og Jóhan Dávur Højgaard. Allir við royndur úr bestu deildini.

B68 eru í ár uppflytarar til næstbestu deildina, meðan NSÍ eru niðurflytarar úr bestu deildini. Sostatt vóru NSÍ og innanmenn stórfavorittar undan dystinum. Men dysturin endaði sum hann byrjaði, nemliga 0-0, millum besta liðið hjá NSÍ og næstbesta liðið hjá B68.

Og sum skilst, so var tað eisini Tórður Thomsen, sum var dagsins maður við Løkin. Hesuferð á sínum gamla heimavølli. Uttanmenn munnu tí fegnast meira um tað eina stigið.


NSÍ liðið:
Kristian Joensen – Meinhard Debes Geyti, Oddur Árnason Højgaard, Steffan S. Abrahamsson Løkin, Atli Djurhuus Petersen, Pætur Hentze, Áron Høj, Sølvi Sigvardsen, Beinir Nolsøe, Betuel Hansen og Andri Benjaminsen.

Inn komu: Mórits Heini Mortsen (16. min. fyri Betuel Hansen), Yehor Korytskyi (66. min. fyri Áron Høj), Búi Egilsson (71. min. fyri Sølva Sigvardsen), Jógvan Højgaard (71. min. fyri Andra Benjaminsen).

Gult kort: Steffan Løkin (59. min.)

Reytt kort: Beinir Nolsøe (59. min.)


B68 liðið:
Tórður Thomsen – Eli Hansen, Bjarki Johannesen, Óli Højgaard Olsen, Hilmar á Regni Højgaard, Petur í Túni Petersen, Helgi Johannesen, Ingvard Emil Ronaldsson, Ovi Brim, Aron Reinert Hansen og Jóhan Dávur Højgaard

Inn komu: Jónleif Højgaard (61. min. fyri Petur í Túni Petersen), Kristoffur Gaardlykke (70. min. fyri Hilmar á Regni Højgaard) og Jákup Nesá (89. min. fyri Jónleif Højgaard).

Gult kort: Bjarki Johannesen (32. min.), Óli Højgaard Olsen (59. min.) og Ovi Brim (70. min.)

Hinir dystirnir í næstbestu deildini vóru eisini leiktir leygardagin.

B71 – Skála 0-2

7′ 0-1 Karl Martin Johansen

90′ 0-2 Dávid Johansen

HB II – Víkingur II 0-4

2´ 0-1 Tonni Thomsen

9´ 0-2 Signar á Brúnni

8´ 0-3 Óla Kristian Jacobsen

92+´0-4 Rúnar Skylv Stølen

KÍ II – FC Hoyvík 4-3

8′ 1-0 Silas Gaard

29′ 1-1 Martin Dam

44′ 2-1 John Herman Fuglø

45´ 2-2 Fróði Rasmussen

77´ 3-2 Kristian Eliasen

80´ 3-3 Petur Frank Holm

83´ 4-3 John Herman Fuglø

B36 II – EB/Streymur 3-1

26´ 1-0 Sámal Jákup Jacobsen

37´ 1-1 Hjalti Weihe

73´ 2-1 Sjálvmá,l Filip Johansen

80´ 3-1 Eliesar Johannesen