Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.07.2026 05:39

NSÍ í Conference League: NSÍ – FC Koper 0-2 (myndarøð)

NSÍ tapti fyrra dystin í 2. umfari í Conference League, tá ið teir á heimavølli við Djúpumýru í Klaksvík, løgdu rygg til eitt 0-2 tap móti slovenska liðnum FC Koper.

Eftir at Emil W. Joensen fekk beinleiðis reytt kort longu eftir 36 minuttir, so gjørdist brekkan brøtt hjá heimaliðnum, og fekk útiliðið eisini tvey mál móti endanum av dystinum, sum gjørdist endaliga úrslitið.

Liðini møtast aftur um eina viku niðri í Slovenia, har NSÍ skal royna at venda uppgerðini á høvdið.

Myndir: Árni Øregaard/Eysturoyarportalurin

Stuðlað umrøðuni hjá NSÍ í Conference League hava:

Voyt

Runavíkar Kommuna

Navigare

FBS – Føroya Betongsaging

Kiosk Vár