Heilsu- og orkumálaráðið
Landsstýriskvinnan í Heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, hitti í dag koreanska sendiharran í Keypmannahavn, sum í hesum døgum vitjar í Føroyum.
Í juni í ár stóð Landsstýriskvinnan á odda fyri føroyskari sendinevnd, ið vitjaði Suðurkorea, tí landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum var upptikin av øðrum skyldum.
Endamálið við vitjanini í Suðurkorea var at kanna møguleikarnar fyri tættari samstarvi millum londini innan eina røð av økjum, harundir betri marknaðaratgongd fyri føroyskan útflutning, samstarv innan fiskivinnu, samstarv innan heilsu og orku, havgransking, skipasmíð, snildhavnir, útbúgving, ferðavinnu v.m.
Vitjanin í Suðurkorea hepnaðist væl, og gott samskifti er millum landsstýrið og suðurkoreanskar myndugleikar, umframt vinnuna í londunum báðum í løtuni. Tað er júst í hesum sambandi at koreanski sendiharrin í Keypmannahavn vitjar í Føroyum.