Trúboðin
Jørgen Frantz Andreasen er farin í sjálvbodna tænastu sum skipari á hospitalsskipinum Africa Mercy, ið rekur sjúkrahúsarbeiði og hjálpararbeiði í Afrika gjøgnum felagsskapin Mercy Ships.
Hann mynstraði umborð 12. juli 2026 í Toamasina á Madagaskar og hevur nú evstu ábyrgdina fyri skipinum og virkseminum umborð.
“Eg eri skipari umborð, og havi harvið evstu ábyrgd at alt umborð koyrir sum tað skal. Til tað havi eg eitt leiðslutoymi afturat mær, har vit samstarva um raksturin umborð.”
Jørgen greiðir frá, at avgerðin um at fara ikki bara var eitt arbeiðsval, men eitt kall frá Gudi.
“Eg fekk eitt sera beinleiðis, kall um at fara hendan túrin. Havi verið í samband við Mercy Ships fleiri ferðir, og nú kom tað sum eitt kall at fara.”
Arbeiðsdagurin byrjar vanliga klokkan 06.00. Eftir morgunmat og gjøgnumgongd av samskifti, hittist manningin til morgunandakt klokkan 08.00. Síðani heldur dagurin fram við fundum, leiðsluuppgávum og samrøðum við fólk umborð. Dagurin endar vanliga umleið klokkan 18.00.
LES EISINI Lovsangur í Bethania á G!
Tað, sum hevur havt størstu ávirkanina á hann higartil, er at síggja kristin úr so mongum ymiskum londum tæna saman.
“Hendan missiónin er stórsligin. At síggja Guðs verk útint á slíkan hátt, av trúgvandi menniskjum, frá 45 ymsum londum, er nakað heilt serligt. Ein kennir, at Guðs andi er yvir okkum dagliga.”
Jørgen verður umborð til 2. august og væntast aftur í Føroyum 4. august.
At Jørgen Frantz Andreasen velur, at brúka sínar drúgvu royndir og leiðsluførleikar í sjálvbodnari tænastu fyri at tæna øðrum, er bæði ein íblástur og ein áminning um, at missión hevur nógvar ymiskar síðir og uppgávurnar er nógvar og fjølbroyttar.
Lat okkum minnast Jørgen, manningina á Africa Mercy og teir mongu sjúklingarnir í bøn, so Gud framhaldandi má signa hesa tænastu og lata mong menniskju fáa hjálp og møta kristnum kærleika í verki.