Trúboðin
Bethania, sum fyrr í ár varð tikið í nýtslu, hevði saman við Filadelfia skipað fyri opnum húsi við drekkamunni, samveru og kristnum tiltøkum í sambandi við ársins G! festival. Sambært fyrireikarunum eydnaðist tiltakið sera væl og varð væl vitjað.
Fríggjanáttina var lovsangstiltak í nýggja missiónshúsinum í Gøtu. Nógv fólk løgdu leiðina framvið húsinum, ið liggur miðskeiðis millum festivaløkið og tjaldingarøkið.
Á skránni vóru tala við Bergi D. Joensen og lovsangur við ungum úr Tabor á Toftum. Nýggja missiónshúsið var karmur um eina hugnaliga løtu við sangi, felagsskapi og kristnum boðskapi mitt í festivalinum.
Myndirnar eru tiknar undir lovsangstiltakinum fríggjanáttina.
