Fótbóltssamband Føroya
Jógvan Martin Olsen hevur úttikið 18 spælarar til venjingarkapping í Svøríki, har føroyska U15-landsliðið skal royna seg móti sterkari norðurlendskari mótstøðu
——————
Í døgunum 30. juli til 4. august fer føroyska U15-landsliðið við dreingjum til Malmø í Svøríki, har ein altjóða venjingarkapping, nevnd Invitational Cup, er á skránni.
Í fyrsta umfari skulu okkara dreingir royna seg ímóti feløgum úr Danmark, Svøríki og Noregi. Á skránni eru dystir móti danska B93, svensku feløgunum IF Brommapojkarna og Helsingborgs IF, umframt norska Fredrikstad FK.
Harafturat eru lið úr Finnlandi, Kekkia og Lettlandi eisini við í kappingini.
Landsliðsvenjarin, Jógvan Martin Olsen, hevur nú sett navn á teir 18 spælararnar, sum eru úttiknir til ferðina og dystirnar í Malmø.
Hópurin
Fríði Høgnesen, B36
Hjalti Rógvason, B36
Bjarti á Borg Laksáfoss, B36
Josef Caabay Nattestad, 07 Vestur
Samuel Larsen, EB/Streymur
Jónas Thorsteinson, FC Suðuroy
Markus Trier Simonsen, HB
Kristjan Róksson, HB
Filip Vanegas Poulsen, HB
Artur Lyngvej, HB
Baldur Bartalsson, HB
Hákun Arnholdsson, KÍ
Rókur Sjóstein, KÍ
Jónfinnur Zachariassen, KÍ
Ari Á. Weihe, NSÍ
Brandur Poulsen, Skála
Andrias Gøthe Áslakksson, Víkingur
Alexandur Ólavsson Gleðisheygg, Víkingur
Dystaskráin
31. juli B93 – Føroyar (kl. 16:00 / Hyllie IP pitch 1)
31. juli Føroyar – IF Brommapojkarna (kl. 19:00 / Hyllie IP Pitch 1)
1. aug. Føroyar – Helsingborgs IF (kl. 12:00 / Hyllie IP Pitch 1)
1. aug. Føroyar – Fredrikstad FK (kl. 16:00 / Hyllie IP Pitch 3)
2. aug. Play-Off dystir
3. aug. Play-Off dystir
Áðrenn fráferð til Malmø eru tríggir dystir móti føroyskum liðum á skránni. Týsdagin 21. juli á Tórsvølli ímóti HB, fríggjadagin 24. juli við Løkin í Runavík ímóti NSÍ, og mánadagin 27. juli á Tórsvølli ímóti KÍ.
