Í kvøld kl 18.00 savnaðust hópin av væluppløgdum fólki í dýrdarveðrinum í Syðrugøtu – bæði vaksin og smá úr allari kommununi, at taka eina hond í í árligu G! uppsetanana, sum Víkingur stendur fyri.
Tað tók bert uml. 2 tímar at fáa tey heilt stóru tingini sett upp og avgreidd. Aftaná varð bjóða til nýbakaðar vaflur, kakur, meðan eisini var okkurt ymiskt leskandi til øll.
Myndir: Eysturoyarportalurin



















































