Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.07.2026 15:51

U20-menn Stórsigur ímóti Turkalandi

Mynd: AVAphotography/HSF

Hondbóltssamband Føroya

Talan var um tvey lið sum skuldu reisa seg eftir tap í gjár. Turkaland hevði verið fyri stórtapi ímóti Sveis, meðan Føroyar taptu tepurt fyri Serbia.

Favorittleikluturin lá sostatt á okkara monnum. Føroyar spældu við breiddini frá byrjan, og allir bjóðaðu inn við sínum dygdum.

Tað var ferð á, báðar vegir, frá byrjan. Bæði liðini spældu seg til stórar málmøguleikar, men Bjarni Gunnarson Jacobsen stóð fleiri ferð fyri.

Føroyingarnir løgdu sjógv ímillum liðini, miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Við 5-1 verju og 7 ímóti 6 í álopsstøðu, øktu Føroyar um munin fram ímóti steðginum. Munurin kundi verið størri, um Turkar ikki gagnýttu tóma málið fleiri ferðir.

Turkar byrjaðu betri eftir steðgin. Hetta var mest orsakað av óhvøssum føroyskum álopsspæli. Síðan funnu Føroyar aftur til tað sum riggaði í fyrra hálvleiki, og øktu leiðsluna til 11 mál.

Sum seinni hálvleikur leið, vóru góðar og minni góðar løtur. Tað vóru fleiri góð persónlig avrik, og Føroyar megnaðu at vísa hví veddingarfyritøkurnar góvu teimum favorittleiklutin. Dysturin í dag vísti at føroyska liðið hevur stóra breidd. Venjaratoymið framdi nógvar útskiftingar, og heili 13 føroyskir leikarar vóru skrásettir fyri mál, tá lúðurin hoyrdist seinastu ferð.

Leygardagin leika Føroyar avgerðandi dyst ímóti Sveis.

Dystargongdin Føroyar – Turkaland

10 min. 6 – 5

20 min. 13 – 8

30 min. 21 – 14

40 min. 27 – 18

50 min. 33 – 22

60 min. 40 – 28

Málskjúttar hjá Føroyum:

Jákup Egholm 8 (2)

Filip Haldansen 7

Pauli Rasmussen 5

Rúnar Hammer 4

Lýðar í Dímun 3

William Napoleon Djurhuus 3

Jón Eyðunsson Midjord 2

Helgi Jakob Halldórsson 2

Fríði Holm í Innistovu 1

Jógvan Andreas Lamhauge 1

Julian Joensen 1

Málverjar:

Bjarni Gunnarson Jacobsen. 40 min.  10 bjargingar

Ingi Johannesen. 20 min. 1 mál og  3 bjarginar