Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.07.2026 09:31

Grant steðgar sínum virksemi

Tíðindaskriv/Grant

P/F Grant skal hervið boða frá, at felagið hevur steðgað sínum virksemi, tí raksturin ber seg ikki.

Sum fráboðað í seinastu ársfrásøgn hevur leiðslan ikki verið nøgd við gongdina. Felagið hevur havt hall seinastu árini. Leiðslan hevur arbeitt við ymiskum møguligum broytingum og tiltøkum fyri at betra um fíggjarligu støðuna, men tað hevur ikki eydnast at finna eina haldgóða loysn.

Tað er ikki møguligt hjá felagnum at halda fram við virkseminum, tí felagið megnar ikki at halda sínar skyldur so hvørt sum skyldurnar falla til gjaldingar.

Nevndin í P/F Grant hevur tikið avleiðingarnar av fíggjarligu støðuni og latið konkursáheitan til Føroya skiftirætt.