Sunda kommuna
Í juni byrjaði Svanhild Madsen sum móttøkufólk hjá Sunda kommunu
Sunda kommuna hevur sett Svanhild Madsen í starv sum móttøkufólk á kommunuskrivstovuni.
Svanhild er 42 ár, búsitandi á Oyri, og hevur skrivstovuútbúgvin innan almenna fyristing frá Haderslev kommunu. Eisini hevur Svanhild nógvar royndir innan skrivstovu, bæði hjá tí almenna og privata.
Í starvinum verður Svanhild eitt av teimum fyrstu andlitunum, sum borgarar og vitjandi hitta, tá ið tey venda sær til kommununa. Hon fer millum annað at taka ímóti borgarum, svara telefonum og hjálpa til við ymsum fyrisitingarligum uppgávum.
Vit ynskja Svanhild hjartaliga til lukku við starvinum og vælkomna í Sunda kommunu.
