Í gjár byrjaði arbeiðið at skifta graslíkisvøllin út í Fløtugerði í Fuglafirði. Grasið, sum varð lagt á í 2015, hevur nú tænt fyri seg.
Arbeiðið, at taka sjálvt graslíkið av, verður liðugt seinni í dag. Síðani verður alt undurlagið gjørt av nýggjum, og eftir ætlan skal so arbeiðið at leggja nýggja grasið byrja tann 22. juli.
Myndir: Eysturoyarportalurin











