Tíðindaskriv/Firum
Aftur í ár verður vísindaliga ráðstevnan Vitan til varandi aling | VTVA 2026. Ráðstevnan verður á Hotel Hilton tann 6. november 2026.
Endamálið við ráðstevnuni er at savna granskarar og fakfólk, ið arbeiða við, ella hava áhuga fyri viðurskiftum knýtt at alivinnuni, og at skapa ein pall fyri vitanardeiling, kjaki og samstarvsmøguleikum.
Fyri at tryggja eina fjølbroytta og viðkomandi skrá, ber til at senda ein samandrátt, eitt sokallað abstrakt, sum lýsir innihaldið á framløguni til fyriskipararnar. Samandrátturin verður síðani mettur av eini vísindanevnd, sum er manna av granskarum frá føroyska granskingarumhvørvinum, og síðani verður avgjørt, hvørjar framløgur koma við í skránna. Svar til framløguhaldarar kann væntast í seinasta lagi 8. oktober 2026.
Tað er longu nú møguligt at senda okkum eitt abstrakt ella hugskot til evni, sum kunnu verða viðkomandi at viðgera á ráðstevnuni, sí meira á heimasíðuni hjá ráðstevnuni www.vtva.fo
Tíð og stað:
Ráðstevnan verður hildin á Hotel Hilton tann 6. november 2026. Tilmelding til ráðstevnuna VTVA byrjar seinni.
Eru spurningar ella ivamál um evnið ella ráðstevnuna, vinarliga set teg í samband við fyriskipararnar av ráðstevnuni á:
T-post: info@firum.fo
Telefon: 77 47 62
Sí video á YouTube her
