Dagar og nøvn í álmanakkanum
Kornelius. Mong eru halgimennini, sum bera navnið Kornelius, men teir vita ikki við vissu, hvør hesin er. Summi halda, at talan er um pávan Kornelius, sum varð tikin av døgum 253. Aðrir siga, at sipað verður til høvuðsmannin Kornelius, sum var fyrsti heidningur, ið varð doyptur. Ápostlasøgan kap. 10.
Latínskt navn, ið kemur av orðinum cornu, ið merkir horn.
Kelda: Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð
