Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.07.2026 20:42

U16-kvinnur: Tryggjaðu sigurin í seinna hálvleiki

Mynd: Hondbóltssamband Føroya

Hondbóltssamband Føroya

Føroysku kvinnurnar vóru sum hamskiftar í seinna hálvleiki og vendu 8-11 í hálvleikinum til 22-19 sigur móti Litava í kvøld.

Føroyar høvdu avbjóðingar í fyrra hálvleiki. Litava vardu við tveimum leikarum heilt frammi í okkara vinstra bakki og miðju, og ørkymlaði hetta føroyska spælið nógv. Okkara gjørdu ov nógvar villur og neyvleikin var heldur ikki til staðar, tá komið varð til kjansir. Í verjuni var tað serliga strikuspælið hjá Litava, sum okkara høvdu ilt við at fáa fatur í. Tær litavisku eisini vóru neyvari í skotunum og fóru til hálvleiks frammanfyri 11-8.

Føroyar byrjaðu heilt væl í seinna hálvleiki og eftir tríggjar minuttir var javnleikur. Okkara vóru sum hamskiftar, og vóru tað serliga Sigrið Hansdóttir og Hanna Thomsen, sum vóru eyðsýndar í føroyska álopinum. Sigrið stýrdi føroyska spælinum, spældi hinar upp, fór ígjøgnum sjálv og var eisini trygg við brotskøstunum. Hon er nú millum tríggjar teir bestu toppskjúttarnar í kappingini. Hanna Thomsen spældi eisini væl og gjørdi 6 mál á høgra vongi. Føroyar vunnu leiðsluna við nøkrum málum um miðjan seinna hálvleik og hildu hetta til leiklok og vunnu 22-19.

Føroyar spæla móti Íslandi í morgin kl. 9.45, føroyska tíð. Fríggjadagin spæla Føroyar endaliga plaseringsdystin. Allir dystir kunnu stroymast á ehftv.com.

Dystargongdin Føroyar – Litava:
5 min. 3-2
10 min. 4-5
15 min. 5-9
20 min. 8-11
25 min. 13-13
30 min. 17-14
35 min. 19-17
40 min. 22-19

Málskjúttar hjá Føroyum:
Sigrið Hansdóttir 8 (4)
Hanna Thomsen 6
Andrea Heinadóttir 3
Aibritt á Plógv Hansen 2
Gyða Beata Djónadóttir 2
Aleksandra Arge 1