Eysturoyarportalurin skilir, at ungi víkingurin, Emil Jacobsen, nú flytur úr Sarpugerði og til Torino í Italia at spæla.
Samráðingarnar eru komnar so mikið væl áleiðis millum allar partar, at nú er mest sum alt komið uppundir land, og eftir ætlan fer leikarin av landinum síðst í hesum mánaðanum.
Emil Ludvig Jacobsen, er 15 ára gamal og hevur gjørt ein 2 ára sáttmála við italienska felagið Torino. Sama felag sum Dávid Reynheim áður hevur umboðað.
Emil hevur seinast umboða føroyska U17 landsliðið, har hann m.a. javnaði til 1-1 móti Bosnia á Tórsvølli í UEFA menningarkappingina sum varð leikt í februar í ár.
