Víkingur skrivar:
Víkingur hevur gjørt avtalu við Jákup Norðoy Vilhelmsen, sum inniber at Jákup verður ljósabláur fram til kappingarenda 2028.
Jákup er uppvaksin í KÍ, men hevur eisini umboðað EB/Streym og B68. Eisini hevur Jákup umboðað Føroyar á ungdómslandsliðunum.
Jákup er 22 ára gamal og er verjukendur leikari.
Vit ynskja Jákupi hjartaliga vælkomnum í Sarpugerð, og ivast ikki í, at tit taka væl ímóti honum
