Hondbóltssamband Føroya
Spania hevði ikki tapt ein dyst enn í European Open, og var tað tískil ikki óvæntað, at tær eisini vunnu trygt, 16-10, móti Føroyum í kvøld. Tað var tó ikki uttan fight, har okkara kempaðu væl í fyrra hálvleiki, og var støðan bert 7-6 við steðgin.
Spania var stórur favorittur til dystin, men Føroyar góvu teimum skarpan gang í fyrra hálvleiki. Føroyska verjan stóð væl, har okkara veruliga løgdu alt í takklingarnar, og hildu Spania niðri á 7 málum í fyrra hálvleiki. Spanska verjuspælið var eisini offensivt og ágangandi, og var hetta eisini ørkymlandi í løtum fyri føroyska álopspælið. Okkara skiftu til 7 móti 6 spæl og fekk hetta trýst sponsku verjuna longur aftur. Føroyar hingu í og vóru bert eitt mál aftanfyri í hálvleikinum 7-6.
Tað gekk av skriðuni fyrstu løtuna í seinna hálvleiki, har Spania skoraði 5 ferðir, áðrenn Føroyar fingu bóltin í netið. Okkara vóru bæði óhepnar, men eisini óneyvar hesa løtuna. Spania kom fram um 12-6 og helt hesin munurin sær restina av dystinum. Spania vann 16-10.
Føroyar skulu nú spæla um plássini 9-20 í kappingini komandi dagarnar. Allir dystir kunnu stroymast á ehftv.com.
Dystargongdin Føroyar – Spania:
5 min. 2-2
10 min. 3-5
15 min. 5-6
20 min. 6-7
25 min. 6-12
30 min. 6-12
35 min. 9-15
40 min. 10-16
Málskjúttar hjá Føroyum:
Sigrið Hansdóttir 3 (2)
Aleksandra Arge 2
Anna Lamhauge 2
Aibritt á Plógv Hansen 1
Gyða Beata Djónadóttir 1
Sunfríða Fonsdal Zachariasen 1
